Á TeenStreet gjalda luttakararnir við teirra TS badge.
Pengar kunnu flytast yvir á "badge" við at nýta pengar (EUR) ella eitt bankakort.
Eg havi lisið og skilt, at eftir at eg havi flutt pengar yvir á mítt TS badge, og um pengar eru eftir, tá ið TS er liðugt, so havi eg fylgjandi møguleikar, og taki eg serliga undir við møguleika 3:
Eg kann velja at fáa eina part av pengunum ella allar pengarnar, sum eru eftir á kortinum útgoldnar á TeenStreet
Avlopið verður einans útgoldið í reiðum peningi (EUR)
Tað er møguligt at fáa útgjald hósdagin 1. august undir Interact 1, 2 and 3: 13.00
Tað er ikki gjørligt at fáa nakað útgoldið hósdagin 1. august eftir kl. 23.00
Eg kann velja at lata pengarnar, sum eru eftir á mínum "badge" til RAG
Tú fert til eina TS sølubúð ella til TS bankan og brúka títt "badge" fyri at geva eina gávu til RAG
Um pengar eru eftir á tínum badge aftaná kl. 23.00 hósdagin 1. august, og talan er um minni enn 5 EUR, so verður hetta latið til TeenStreet Europe sum stuðul til at menna TeenStreet
Teir pengarnir, sum eru eftir á mínum badge aftaná kl. 23.00 hósdagin 1. august, sum svarar til ella er meira enn 5 EUR vera verandi á mínum 2024 badge og kunnu verða fluttir yvir á mítt nýggja badge á einum komandi TeenStreet Europe (í Týsklandi) tiltaki. Tá er neyðugt, at eg havi mítt 2024 badge við á eitt annað TeenStreet um pengarnir skulu verða fluttir á mítt nýggja badge. Pengarnir vera á mínum 2024 badge í tvey ár.
Um eg ikki havi flutt restina av pengunum á eitt nýtt badge innan trý ár, so "ganga hesir pengarnir út" og tað er ikki gjørligt at fáa teir útgoldnar ella brúka teir á einum øðrum Teenstreet tiltaki.